Innanlands

Video: Um ólavsøkumundið eru vit væntandi komin á slættari sjógv

Hetta er ein “gamechanger”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður. Man vil altíð vera heilt sikkur, men fyri at tryggja grundleggjandi funktiónir, verða vit noyddir at rulla hetta út, sigur hann

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-17 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Man vil altíð vera 100 prosent tryggur, men hetta er ein vaksina av einari rúgvu av vaksinum, sum eru komnar síðstu árini. Læknar tykjast tryggir um hetta, og myndugleikapersónar í Danmark eru eisini tryggir um hetta, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

- Tað eru hjáárin við øllum heilivági, men hetta er absolutt nakað vit eiga at taka við okkum fyri at tryggja at vit eitt nú kunnu vera saman við teimum eldru.

Hóast Føroyar byrja at koppseta um fáar vikur, væntar landsstýrismaðurin ikki at vit kunnu savnast til midnáttarsang á Vaglinum næsta summar.

Sí eisini: Video: Tað eru altíð fólk sum eru skeptisk um koppseting

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder