Innanlands

Tobbi: Tey tosa um statslán og at hækka ríkisveitingina

- Onkuntíð lekur undan tempulgáttini í Jerusalem, sigur Tórbjørn Jacobsen um samgongusamráðingarnar hjá ABC. Jóannes Eidesgaard trýr ikki uppá, at Aksel V. Johannesen fer at vera við til at hækka ríkisveitingina aftur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-01 21:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað má eg sannførast um svart uppá hvítt, áðrenn eg trúgvi tí. Fái meg ikki at trúgva, at Aksel V. Johannsesen, sum hevur staðið á odda fyri samgongu, sum hevur skorið blokkin 25 milliónir hvørt ár, nú fer at skriva undir uppá at hækka blokkin aftur.

Hetta segði Jóannes Eidesgaard í Stjórnini - politikkur á skák, sum verður sent á FM1 hvønn mikudag aftaná tíðindini klokkan 17.

Tað kom í kjalarvørrinum av tí, sum Tórbjørn Jacobsen segði eina løtu áðrenn.

- So mikið hoyrir man frá samráðingunum, at tað sum hevur verið uppi og vent er, at man ætlar sær at fara í samráðingar við danska statin um at fáa statslán til Suðuroyartunnilin, og at man ætlar sær at hækka ríkisveitingina, tað donsku. Tað er ein partur av tí, sum man situr niðri hjá Føroya Arbeiðarafelag og tosar um ítøkiliga í hesum døgum, vildi Tórbjørn Jacobsen vera við.

Hoyr brot omanfyri úr "Stjórnini - politikkur á skák", sum verður sent á FM1 hvønn mikudag aftaná tíðindini klokkan 17.

Lurta eftir allari sendingini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder