Innanlands

Video: Stórur eiturkoppur funnin í Leirvík

Fyrsta skráseting av hesum eiturkoppaslagnum í Føroyum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-07-18 14:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Alsamt fleiri kykt verða skrásett í Føroyum, og farna sunnudag kom Judit Højgaard í Leirvík fram á ein stóran eiturkopp.

Jens-Kjeld Jensen, sum hevur fingið videobrot av hesum skrivar á heimasíðu sínari, at hetta er fyrstu ferð, at hesin eiturkoppur við navninum Pisaura mirabilis er skrásettur í Føroyum.

Hann sigur, at eiturkoppurin er komin inn í landið við onkrari vøru.

Hetta slagið av eiturkoppi kann gerast 15 mm uttan at beinini eru tald við. Ein skjót leiting á netinum vísir, at hesin eiturkoppur ikki er vandamikil. Hann bítur sjáldan, og skuldi hann gjørt tað, er tað ikki serliga pínufult.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder