Hósdagin 6. februar var fyrsti partur av sendingini "Hoydalar" send í Kringvarpinum.
Hon fekk ógvuliga góða móttøku, og ungu tónleikararnir fingu nógv rós - eisini frá Martini Joensen.
Tað vóru sangirnir hjá vestmenninginum, sum tey seks tulkaðu. Móti endanum av partinum peikaði Martin Joensen sjálvur á framførsluna hjá Bjarka, sum hana ið rørdi mest.
Bjarki Virgarsson Trondesen er bert 13-ára gamal. Hansara útgáva av vakra sangin "Spor í sandi" var við meira ferð enn tann upprunaliga.
Hoyr tí upprunaliga niðanfyri ella á Youtube
Hoyr framførsluna hjá Bjarka ovast ella á Youtube-síðuni hjá Kringvarpinum
Allar framførslurnar í sendingini kunnu hoyrast her
---------------------------------------------
Orð og lag Martin Joensen
Framleiðsla: Hans Poulsen
Ljóðmiks: Finnur Hansen
Tónleikarar:
Trummur: Vár Miðberg
Bassur: Jóhannus á Rógvu Joensen
Gittari: Pauli Reinert Poulsen
Keyboard: Kim Hansen
Annar partur av "Hoydalar" verður hóskvøldið 12. februar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald