- Tú hevur star power. Tað sær út sum, at tú hevur framført í eini tjúgu ár, segði ein bergtikin Eivør við Sophiliu eftir ""Wall Of Silence" blásti hana umkoll. Talan er um sang frá Clickhaze-tíðini, sum Eivør "ikki hevði hugsað um í langa tíð"
- Hetta rørdi meg virkuliga - ein so góð vøkur tulking staðfesti songkvinnan úr Gøtu, tá Anna Lovisa Mýu hevði funnið "Røttu skógvarnar".
Sjálv var unga songkvinnan stúrin um, at tað ikki var nóg perfekt, men Anna Lovisa rørdi aðru sending á rað stjøruna, sum sat yvirfyri sær.
Tað var týðiligt at Eivør Pálsdóttir elskaði framførslurnar hjá ungu spírunum í Hoydølum. Og serliga útsetingarnar av omanfyri nevndu sangum. Sophilia og Anna Sofía fingu viðurkenning móti endanum, meðan Jóhanna, Filip, Emma og Bjarki sanniliga eisini fingu sitt rós.
Sí allar framførslurnar úr triðja parti av Hoydølum her
Les eisini: Hoydalar - Í heimsklassa
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald