Innanlands

Video: Soleiðis sá út í Árnafjarðartunlinum í gjár

Vørubilur rendi seg fastan og elvdi til stóran ferðsluruðulleika

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-10-10 20:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í ringastu háferðslutíð, um 16 tíðina í gjár, rendi ein vørubilur seg fastan í Árnafjarðartunlinum ávegis til Hvannasunds.

Ferðslan var sjálvsagt nógv hesa løtuna, og bíðirøðin bæði inni og uttanfyri tunnilin varð long. Løgreglan kom at stýra ferðsluni, og at enda fekst glið á.

Zacharias Hammer var eisini á veg til Hvannasund, og stóð í bíðirøð eina góða løtu. Hann hevði upptøkutólið frá eina løtu meðan bíðað var.

- Her koyra 1400 bilar í miðal um samdøgrið, tað sigur at her er tørvur á nýggjum tunlum - sum skjótast, sigur hann.

Stuttur samandráttur sæst omanfyri. Øll upptøkan sæst her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder