Innanlands

Video: Soleiðis glíður ferðslan við Hvítanesveg/Eystara Ringveg

Tekniska deild í Tórshavnar kommunu hevur gjørt upptøku við dronu

2018-07-13 07:22 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuni, at ferðsluljósini við Hvítanesvegin og Eystara Ringveg hava nú verið virkin nakrar vikur. Arbeitt hevur støðugt verið við at gera tillagingar, sum kunna fáa ferðsluna at glíða enn betur, og at stytta um bíðitíðirnar í bilrøðunum.

Kommunan vil vera við, at eygleiðingarnar vísa, at ferðslan nú glíður rættiliga væl í sjálvum vegamótinum. Nakað av trupulleikum hava verið við longum bilrøðum á Eystara Ringvegi á teininum yviri við Strond í seinnapartsmeldrinum. Her hava bíðirøðirnar strekt seg heilt yvir til Hoyvíksvegin, so ferðslan har eisini hevur verið tarnað.

Roynt hevur nú verið at leingja tíðarskeiðið, har hesi fáa grønt ljós. Eisini er uppmerkingin á Eystara Ringvegi, á teininum frá rundkoyringini á Hálsi oman móti ferðsluljósunum, broytt, so at tvídeilda bilrøðin á hesum teini nú er meira enn tvífalt so long.

Nú hava bilførarar eisini havt stundir at venja seg við skipanina, og ferðslan í vegamótinum gongur nakað betur. Men so vítt møguligt verða tillagingar gjørdar so hvørt tørvur er. Tá økið er liðugtgjørt vera tvídeildar bíðirøðir í allar ferðslurætningar, og tá verða sjálvi sporini bæði breiðari og longri.

Tekniska deild í Tórshavnar kommunu hevur latið gera eina upptøku við dronu, sum vísir, hvussu ferðslan glíður á vegamótinum. Upptøkan er gjørd 11/07 millum klokkan 16.35 og 16.42, tá nógv ferðsla var.
placeholder
placeholder