- Saktans. Eg haldi, at vit kunnu samstarva um nógv, um eg hyggi eftir valskránni hjá Miðflokkinum, men tað vil Jenis ikki...tað er tí, vit hava sett okkum her við Sámal Peturi (í Grund, red) ímillum okkum. Eg haldi, at samskiftið millum Jenis og meg er farið í ein sovornan keðiligan spiral síðani síðsta val.
Hetta staðfesti Ruth Vang í "Stjórnini - Politikkur á Skák, tá hon, Sámal Petur í Grund og Jenis av Rana vitjaðu mikudagin, og Árni Gregersen spurdi um møguligt samgongusamstarv.
Jú, Ruth Vang var til reiðar uppá allar møguleikar, og segði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hesa setuna, at hon longu í sambandi við seinasta val hevði ynski um at gera upp við blokkpoltikkin: - Tað hevði tænt føroyskum politikki. Slutt við tí.
Sí video her: - Samskiftið millum meg og Jenis farið í ein keðiligan spiral
Hetta hendi ikki, og eitt sum ikki fer at henda, er at Miðflokkurin og Framsókn fara í samgongu saman. Í øllum førum ikki sambært Jenisi av Rana.
- No way (eingin kjansur).
Hetta var útsøgnin hjá formanninum í Miðflokkinum - meðan Ruth Vang tosaði. Aftaná skeyt royndi poltikkarin við skørpum:
- Hon snakkar og snakkar sum um, hon hevði ællar loysnirnar. Men hon hevur sitið sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum og yvir trý ár. Og hvat er hent!?
![]()
Jenis av Rana var ikki mjúkur við Ruth Vang mikudagin, tá tey hittust í Miðlon (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Valfepur í Miðlon
Longu mánadagin segði Jenis av Rana við FM1, at hann metur Miðflokkin og Framsókn liggja ov langt vekk frá hvørjum øðrum. Hetta varð aftur staðfest til forfólkaumfarið á Kambsdali hósdagin.
Myndir: Spentir politikkarar og næmingar á Miðnámi á Kambsdali
Harvuð hevur Miðflokkurin, at síggja til sum tann einasti, útihýst ein annan flokk undan løgtingsvalinum. Ikki tí at ein samgonga við bæði Framsókn og Miðflokkinum var so sannlík framanundan. Javnaðarflokkurin vil nú gjarna samstarva við Fólkaflokkin.
Valstjórnin varð send á FM1 og stroymd á Portalinum.
Sí alla sendingina her:
Lurta her: Ætli at spyrja Stjórnina hvør verður løgmaður - nú teir vita so væl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald