- Tú kanst so ikki brúka ta umberingina, at tú ikki hevur nakra kvinnu í tingbólkinum, sum hevur royndirnar. Tú hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sum hevur verið í landsstýrinum, segði Heðin Zachariasen í Stjórnini á FM1 í dag.
- Um man so skal hava betri umboðan kring landið, hevði verið møguligt at sent eina av teimum kvinnunum, sum kemur inn sum varafólk fyri Fólkaflokkin, út í landsstýrið, sigur Heðin Zachariasen.
Sí videobrot omanfyri. Øll sendingin hoyrist her og sæst her.
Tað verða bara tvær kvinnur í nýggja landsstýrinum. Eyðdis Hartmann Niclasen fyri Sambandsflokkin og Margit Stórá fyri Javnaðarflokkin. Hinir sum manna landsstýrið eru Beinir Johannesen, Bárður á Lakjuni og Jacob Vestergaard fyri Fólkaflokkin og síðani Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen fyri ávikavist Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald