Innanlands

Video: Høgni fekk blokk - Helgi fekk loysing

Skuldu geva hvørjum øðrum gávu undan kjakið byrjaði - og tað gjørdist heitt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-18 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg hugsaði at geva Høgna hondsápu, tí eg kenni ongan politikkara, sum hevur vaskað so nógv hendur sum hann.

Hetta helt Helgi Abrahamsen fyri, eftir at hann hevði givið Høgna Hoydal sína gávu.

Tað skuldi sambandsmaðurin av Strondum gera fyrst í kjakinum við roynda hoyvíkingin í Tjóðveldi.

Høgni Hoydal fekk ein blokk - tað er annars eitt orð, hann helst ikki vil nýta.

Hinvegin fekk Helgi Abrahamsen eina t-shirt, har tað stendur “Loysing”. Nakað sum hesir sjalvandi tosaðu nógv um í heita, lívliga og skemtiliga kjakinum.

- Eg vil takka Helga Abrahamsen, tí fyriuttan meg og nú Erling Eidesgaard hevur eingin tosað so nógv um loysing sum Helgi, helt Høgni

Sí gávuhandanina ovast - og alla kjaksendingina við Tjóðveldi og Sambandsflokkinum niðanfyri.

Sí eisini: Video: Hólmgonga millum B og E

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder