placeholder
Innanlands

Video: Er nú krøkt uppí rúmdarstøðina

19 tímar eftir at Falcon 9 varð send avstað eru teir baðir astronautarnir komnir til altjóða rúmdarstøðina 420 kilometrar yvir Jørðini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-05-31 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rúmdarhylkið, sum í gjárkvøldið varð sent í rúmdina frá Kenedy Space Center í Florita kom seinnapartin okkara tíð til altjóða rúmdarstøðina, og er nú krøkt uppí.

Tað hendi 19 tímar eftir, at rakettin við teimum báðum 49 ára gamla Robert Behnken og 53 ára gamla Douglas Hurley varð send avstað.

[object Object](Mynd: EPA)

Eina løtu eftir fráferð varð rúmdarhylkið við teimum báðum astonautunum umborð skilt frá rakettini Falcon 9, og fór í umferð kring Jørðina. Altjóða rúmdarstøðin er 420 kilometrar yvir Jørðini.

Teir báðir astronautarnir fara næstu mánaðirnar at vera á rúmdarstøðini og skulu gera ymsar royndir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder