Innanlands

Video: Eingin sum hevur við rúsevni at gera er vælkomin her

- At tveir mans kunnu banka uppá dyrnar og spyrja eftir einum ávísum, og so hólva hann ígjøgnum, heldur Kaj Leo Holm Johannesen vera óskiljandi og eitt prógv um at hetta skal basast

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-01-29 08:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eingin persónur hvørki í Danmark ella aðrastaðni, sum hevur verið innblandaður í ella sitið fyri rúsevni skal stíga sín fót á Føroyaland. Teir eru slett ikki vælkomnir her. Vit skulu syrgja fyri at løgreglan syrgir fyri hesum.

Í hálvan triðja tíma hevði løgtingið mikudagin orðaskifti um rúsevni. Eftir øllum at døma floyma rúsevni kring landið, og politiska skipanin er samd um, at okkurt skal gerast.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, legði ikki fingrar í millum.

- Hagtøl fyri meg er, at fyri nøkrum døgum síðani kunnu tveir mans banka uppá eina hurð í einum húsum í Føroyum og spyrja eftir einum ávísum. Og fáa játtandi svar, og so verður hesin maðurin so hølvaður í gjøgnum.

- Og um ein ungur maður kann verða tikin, posi koyrdur yvir høvdið, “strappaður” aftanfyri og hølvaður ígjøgnum og burturfluttur. Tað er hagtal nummar trý fyri meg. Hertil og ikki longur.

- Eg vil gera alt sum landsstýrismaður til at tað. verður gjørt nakað við hetta her, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann fegnaðist um orðaskiftið í løgtinginum, har allir løgtingslimir vórðu samdir um, at átøk máttu setast í verk.

Alt orðaskiftið kann hoyrast á logting.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder