Uttanlands

Video: Ein stangaður og sjey onnur særd eftir tarvarenning

San Fermin-festivalurin í Pamplona er karmur um tarvarenning. Ein maður varð stangaður beint undir høgra armi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-08 15:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Video: EFE)

Árliga tarvarenningin á San Fermin-festivalinum í Pamplona í Spania er í hesum døgum.

Runnið verður hvønn morgun eftir gøtunum í Pamplona, og í morgun fingu átta fólk skaða. Ein varð stangaður beint undir høgra armi og varð fluttur á sjúkrahús. Hann er stabilur, verður sagt.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Sjey onnur fingu løstir í høvdið og økslina.

Tarvarenning er gomul siðvenja í Pamplona, og í teir níggju dagarnar San Fermin-festivalurin er, verða tarvar førdir og eltir 825 metrar gjøgnum trongu gøturnar í gamla býarpartinum.

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder