Mentan

Video: Blackmore spældi við Deep Purple fyri fyrstu ferð í 33 ár

Kom á pallin at spæla eykanummarið – ‘Smoke on the Water’ – saman við gomlu feløgum sínum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-13 15:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein stórhending innan harða rokktónleikin hendi í Jones Beach Theater í New York í gjárkvøldið

Gamli bretski 70'ara rockbólkurin hevði konsert. Tríggir av upprunalimunum frá 1968, sangarin Ian Gillan, bassleikarin Roger Glover og trummusláarin Ian Paice vóru við saman við Don Airey á tangentum (hann hevur tikið sær av tangentunum í bólkinum síðan Jon Lord, sáli, gavst í 2002) og guitarleikaranum Simon McBride, sum hevur verið limir í Deep Purple síðan 2022.

Men tá konsertin var um at vera av, og teir skuldu spæla eitt eykanummar, kom uppruna guittarleikarin, Ritchie Blackmore, á pallin, og spældi ‘Smoke on the Water’ saman við McBride. Byrjanarriffið hjá Blackmore til ‘Smoke on the Water’, er kanska tað kendasta innan rokktónleikin. Ritchie Blackmore býr í Long Island, nærhendis spælistaðið, har Deep Purple spældu í gjárkvøldið.

Ritchie Blackmore gavst endaliga í Deep Purple í 1993, og hetta var fyrstu ferð, at hann upptraðkaði saman við orkestri sínum í 33 ár, og sostatt ein stórhending – ikki minst fyri teir nógvu fjeppararnar hjá Deep Purple – tí viðurskiftini millum bólkin, serliga Ian Gillan, og Ritchie Blackmore ikki hava verið serliga góð.

Seinastu nógvu árini hevur Blackmore heldur ikki spælt tungan rokk, men hevur hildið seg til meir miðaldarligan fólkatónleik í bólkinum Blackmores Night, sum hann hevur saman við konu síni Candice Night.

Ritchie Blackmore er 81 ár, og hevur avbjóðingar við heilsuni – pínu í lendunum, og fær ikki staðið leingi uttan serligan heilivág. Tí skulu fjeppararnir ikki rokna við, at Blackmore gerst fastur gestur á konsertunum hjá Deep Purple, skriva tónleikamiðlar, eitt nú Heavy Conxequence

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder