Innanlands

Video: - Landskassin hevur tað allar frægast hjá mær

- Her sita nakrir trøllvaksnir menn og gráta krokodillutár. Einasta ítøkiliga boð í salinum er at fara niður til Mette eftir pengum, segði Ruth Vang undir fíggjarlógarviðgerðini hóskvøldið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-12-19 11:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ruth Vang legði ikki fingrarnar í millum tá hon fór upp á tingsins røðarapall móti endanum av viðgerðini av fíggjarlógini í gjárkvøldið.

- Hendan viðgerðin hevur enn einaferð sannført meg um, at landskassin hevur tað allarfrægast hjá mær. Regluliga havi eg hugsað um - útfrá hesari støðuni sum vit eru komin í við hesum risa stóra hallinum. Er tað rættur politikkur sum vit fremja?

- Og tá eg hoyri hvat fyrigongur her í salinum, eri eg enn meira sannførd um at tað er einki alternativ til okkara fíggjarpolitikk. Einki, staðfesti Ruth Vang.

Men so kom hon brádliga í tankar um, at eitt annað boð var.

- Tað er eitt alternativ. Her sita nakrir trøllvaksnir menn og gráta krokotillutár og tað er eitt boð um, hvat man kann gera, og tað er at fara niður til Mette at biðja um pengar.

Sí videobrot omanfyri.

--

Sí eisini: - Fellur pensjónsmálið so verður val útskrivað

Hoyr alla Stjórnina frá 17. desember 2025 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder