- Nú skilji eg betri, hví Jóannes Eidessgard útskrivaði nýval, helt Jenis av Rana fyri
- Jóannes? Tí meinar Aksel, segði Sámal Petur í Grund, formsðurin í Sjálvstýri, sum sat undir liðuni á Jenisi
- Eg havi ikki útskrivað nakað val, helt Jóannes Eidesgard fyri.
Fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum sat nakrar metrar frá pallinum, har Jenis av Rana var í gongd at vinda seg eitt sindur upp.
Harvið er tað kanska ikki løgið, at bland kom í, og løtan í Miðlon gjørdist heldur skemtilig…fyri síðani at fara út i skot og orðadrátt aftur.
- Hon snakkar og snakkar og “hevur allar loysnirnar”: Men hvat hevur Ruth Vang gjørt? Skilji væl Aksel, og vit kundu ikki samstarva við Framsókn, helt Jenis av Rana fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald