Innanlands

Viðareiði er staðið har møguleikin er størstur

Sólarmyrking. Fólkini á Veðurstøðini hava valt at standa heimi á Bakka nærhendis kirkjuna á Viðareiði, tí har eru sannlíkindini best at síggja sólina millum kl. 18 og 20 í kvøld

Viðareiði beint fyri klokkan 17 í dag (Mynd: faroeislandslive.com)

Viðareiði beint fyri klokkan 17 í dag (Mynd: faroeislandslive.com)

2026-08-12 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at ein skal leita sær norðureftir fyri at fáa ein møguleika at uppliva partvísu sólarmyrkingina, sum byrjar beint áðrenn klokkan 18 í dag.

Veðurstovan skrivar, at manningin har er farin til Viðareiðis fyri at uppliva sólarmyrkingina saman – har eru sannlíkindini størri enn aðrastaðni í Føroyum, skrivar Hanus Kjølbro á heimasíðuni hjá Veðurstovuni.

Ætlanin var at fara niðan á Háls oman fyri Klaksvík, tí har er einki fjall fyri. Men har er svart í mjørka, so svart, at tað sæst illa bara at koyra við bili niðan.

Tí fara vit heldur til Viðareiðis at hyggja, skrivar Hanus Kjølbro. Men hann leggur afturat:

- Einki er vist her í verð, serliga tá ið tað hevur við veðrið at gera. Skýloftið kann broytast báðar vegir, men sannlíkindi er ið hvussu so er betri, at okkurt sæst á Viðareiði heldur enn í Klaksvík.

- Vit standa heimi á Bakka – t.e. nær við kirkjuna – eitt sindur áðrenn klokkan 18. Havi keypt nakrar brillur, sum tit kunnu læna. Eisini nakrar kannur við kaffi og okkurt søtt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder