Mentan

Við seglbáti á pall á G

Tónaskaldið og tónleikarin Yann Tiersen hevur samstarvað nógv við gøtumannin Ólav Jákupsson. Hann og konan búgva á oynni Ushant og G! er partur av tónleikaferð hjá teimum

Yann Tiersen og Quinquis búgva bæði á oynni Ushant í Ermarsund og hava tilknýtti til føroyska tónleikaheimin. Syðrugøta er saman við millum annað Dublin og Liverpool partur av konsertferð teirra í summar

Yann Tiersen og Quinquis búgva bæði á oynni Ushant í Ermarsund og hava tilknýtti til føroyska tónleikaheimin. Syðrugøta er saman við millum annað Dublin og Liverpool partur av konsertferð teirra í summar

2023-05-17 08:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

G! Festivalurin kunngjørdi í gjár eitt heldur serstakt navn til skránna í juli. Talan er um ein fraklending, sum hevur eitt ávíst tilknýti til føroyskan tónleik.

- Yann Tiersen og Quinquis búgva bæði á oynni Ushant í Ermarsundi. Í summar leggja listafólkini úr landi við seglbáti sínum á eina konsertferð, har tey spæla í býum og bygdum í Írlandi, Wales, Skotlandi og Onglandi, ávegis á G! Festivalin.

Hjúnini av oynni millum franska meginlandið og Stóra Bretland hava ymiska tónleikabakgrund. Quinquis er listanavnið hjá Émilie Tiersen, sum er listakvinna, sína egnu mentan og søgu, við modernaðan elektroniskan tónleik. 
Quinquis hevur, eins og maðurin, samstarvað við tónlistamann úr Gøtu.

Yann Tiersen hevur eisini samstarvað nógv við Ólav Jákupsson og Orka. Ólavur er ein teimum, sum var knýttur at Grót samtakinum í Gøtu og var áður forsangari og gjørdi sangir í bólkinum Gestir. 51-ára gamli Yann Tiersen hevur fjølbroyttar royndir í tónleikaheiminum og gjørdi millum annað filmtónleikinum til filmin Amélie, ið er spældur næstan eina milliard ferðir á Spotify.

Framførslan hjá hjúnunum á G! um tveir mánaðir er partur av konsertferðm  ið varð kunngjørd í dag - sambært Tiersen hjúnunum ein konsertferð sum eingin onnur. 

Konsertir eru bókaðar í spælistøðum í Cork, Dublin, Belfast, Edinburgh, Bangor, Liverpool og í Gøtu. Í samstarvi við lokalar kreftir eru somuleiðis konsertir lagdar til rættis í kirkjum, pubbum, íbúðum, strondum og urtagørðum, um vindurin loyvir hesum. Ætlanin við hesum er at skapa eina nýggja uppliving fyri bæði áskoðarar og tónleikarar, stendur at enda í tíðindaskrivinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder