Innanlands

Vestmanna kommuna ger parkeringsbásar til stór akfør

Á hendan hátt hava vinnuaktørar eitt avsett øki, har teir kunnu seta síni stóru akfør og tað slepst undan óskynsamari parkering, sigur Vestmanna kommuna

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2025-10-06 14:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri at fáa betur skipaði viðurskifti á havnaøkinum er Vestmanna kommuna farin í holt við at gera parkeringsbásar til stór akfør á kaiini.

– Á hendan hátt hava vinnuaktørar eitt avsett øki, har teir kunnu seta síni stóru akfør og tað slepst undan óskynsamari parkering, skrivar kommunan.

Parkeringsbásarnir vera á nýggju kai, nakað frá havnarskrivstovuni. Básarnir vera 10 í tali og eru 3,5 x 18 metrar, sum er kravd stødd til eitt nú lastbilar og bussar.

Sambært Vestmanna kommunu verður arbeiðið at gera økið klárt liðugt nú í oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder