Uttanlands

Vestanlond seta tiltøk í verk seinni í dag

Danska forsætisráðharrakvinnan, Mette Frederiksen, hevði eina stutta kunning um støðuna í Ukreina fyrrapartin

(Mynd: dr.dk)

(Mynd: dr.dk)

2022-02-22 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Støðan í og rundan um Ukreina er sera álvarslig, og tí arbeiða ES- og Nato-londini í løtuni við at fáa eina avtalu um tiltøk móti Russlandi upp á pláss.

Tað upplýsti danska forsætisráðkvinnan Mette Frederiksen, á einum stuttum tíðindafundi fyrrapartin um støðuna í Ukreina.

- Tað er ørkymlandi, og eg taki frástøðu frá russiska atburðinum. Tann sokallaða góðkenningin av teimum báðum landspørtunum, gera seg inn á fólkarættin og ukreinska yvirræðinum, segði Mette Frederiksen, sum kallar støðuna ta truplastu trygdarpolitisku avbjóðingina síðan kalda kríggið

- Vit fundast um tiltøkini í løtuni, bæði Nato-londini og ES-londini. Hvat úrslitið verður, verður nokk ikki greitt fyrr enn seinnapartin, segði Mette Frederiksen.

- Eitt liggur greitt. Vesturlondini kunnu als ikki góðtaka framferðina hjá Russlandi, legði hon afturat.

Hon vísti á, at Russland hevur brotið altjóða spælireglur, og at økta hernaðarliga russiska virksemið mótvegis Ukreina er í stríð við fólkarættin, skrivar Danmarks Radio. 

Les eisini: Putin gevur boð um at senda herin inn í Ukreina


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder