Innanlands

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum rakar ikki koronadeildina

Koronadeilin verður ikki rakt, um eitt smittuútbrot kemur, og tørvur verður á innleggingum, hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum fingið tilsøgn um

Mynd: Landssjúkrahúsið

Mynd: Landssjúkrahúsið

2020-10-19 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun klokkan sjey byrjaði verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Í løtuni eru 50 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli, men hetta ávirkar ikki koronadeildina, sigur Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, við Útvarpið.

Les eisini: 50 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur fingið tilsøgn frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um, at koronadeildin ikki verður rakt, um eitt smittuútbrot kemur, sum ger, at tørvur verður á innleggingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder