Innanlands

Verkafólk til tingfólk: - Fellið uppskotið

- Okkara inniliga áheitan á tykkum tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Tjoðveldi er: Fellið hetta uppskotið um hægri pensjónsaldur

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Verkafólki (Mynd: Sverri Egholm)

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Verkafólki (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-24 20:10 Author image
Sverri Egholm

- Okkara inniliga áheitan á tykkum tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Tjoðveldi er: Fellið hetta uppskotið um hægri pensjónsaldur! Tað er onki meir vandamikið fyri politisku skipanina enn at missa sambandið við gerandisdagin hjá púra vanligum fólkum.

Tað siga Verkafólk í áheitan til tinglimir, sum er undirskrivað av seks arbeiðarafeløgum. Tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

- Mikudagurin 25. februar verður ein lagnudagur. Tá stendur greitt, um Verkafólk hava umboð á Føroya Løgtingi, ella um teir flokkar, ið vanliga siga seg umboða okkara áhugamál, svíkja ta fakfelagsrøslu, ið teir eru sprotnir úr.

- Góðu tinglimir, velja tit, rossahandilin hjá løgmanni við Ruth Vang, ið ikki eingongd ein meiriluti í Framsókn virður, ella velja tit ta ábyrgd, ið tit hava fyri tykkara veljarum, spyrja Verkafólk. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald