Uttanlands

Verða næstan 10 milliardir fólk innan 2050

Fólkatalið í heiminum fer at vaksa við tveimum milliardum næstu 30 árini

Fólkavøksturin er størstur í India (Mynd: Ritzau)

Fólkavøksturin er størstur í India (Mynd: Ritzau)

2019-06-18 14:28 Author image
Ari av Rana

Fólkatalið í heiminum fer at vaksa við næstan tveimum milliardum næstu 30 árini, so at vit í 2050 verða 9,7 milliardir fólk. Í 2100 verða verða 11 milliardir fólk á Jørðini.

Tað er ST, sum hevur latið nýggja frágreiðing um gongdina í fólkatalinum í heiminum.

Sambært frágreiðingini fara níggju lond at standa fyri yvir helvtini av samlaða vøkstrinum frá nú og til 2050. Hesi londini eru India, Nigeria, Pakistan, Kongo, Etiopia, Tansania, Indonesia, Egyptaland og USA. India stendur fyri størsta vøkstrinum, meðan USA stendur fyri minsta.

Frágreiðingin sigur eisini, at samlaða fólkatalið fyri afrikansku londini sunnanfyri Sahara fer at tvífaldast.

Umframt vaksandi fólkatalið sigur frágreiðingin, at fólk gerast eldri, samstundis sum talið av føðingum lækkar. Í 1990 vóru 3,2 føðingar pr. kvinnu, meðan tað verða 2,5 pr. kvinnu í 2019. Í 2050 verður talið 2,2 pr. kvinnu. Afrikonsk lond sunnan fyri Sahara hava hægsta talið av føðingum við 4,6 pr. kvinnu.

placeholder
placeholder