Uttanlands

Venesuela: Varaforsetin virkandi forseti

Venesuela verður ongantíð eitt hjáland undir nøkrum øðrum, sigur Delcy Rodriguez, sum nú er virkandi forseti í Venesuela

Delcy Rodriguez varaforseti er nú virkandi forseti í Venesuela (Mynd: EPA)

Delcy Rodriguez varaforseti er nú virkandi forseti í Venesuela (Mynd: EPA)

2026-01-04 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Delcy Rodriguez, varaforseti í Venesuela er nú vorðin virðandi forseti í landinum, eftir at forsetin, Nicolas Maduro varð tikin av USA leygarnáttina.

Hægstirætturin í landinum hevur avgjørt, at Rodriguez skal "yvirtaka og røkja allar tær heimildir, skyldur, sum hava samband við forsetaembætið".

Maduro er tó ikki lýstur sum fráverandi úr embætinum. Ein slík avgerð hevði kravt, at val verður útskrivað innan 30 dagar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump segði á tíðindafundi leygardagin, at USA hevur samskift við Rodriguez. Tað er amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio, sum hevur tosað við hana.

– Hon er sinnað at gera tað, sum vit meta er neyðugt fyri at gera Venesuela stórfingið aftur, segði Trump.

Seinni segði Rodriguez, at Venesuela ongantíð verður eitt hjáland undir nøkrum øðrum landi, og at tann einasti veruligi forsetin er Nicolas Maduro.

– Vit eru til reiðar at verja Venesuela. Vit eru til reiðar at verja okkara náttúrutilfeingi, segði hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder