Uttanlands

Venesuela: Politiskir fangar leyslatnir undir nýggjari amnestilóg

Mannarættindafelagsskapir hava funnist at lógini fyri ikki at vera nóg umfatandi

Andstøðupolitikarin Juan Pablo Guanipa tosaði við miðlarnar, eftir at hann varð leyslatin herfyri (Mynd: EPA)

Andstøðupolitikarin Juan Pablo Guanipa tosaði við miðlarnar, eftir at hann varð leyslatin herfyri (Mynd: EPA)

2026-02-22 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin varð nýggj amnestilóg samtykt í Venesuela, og um vikuskiftið eru hundraðtals politiskir fangar longu leyslatnir.

Tey, sum kunnu fáa amnesti sambært nýggju lógini eru fólk, sum eru fongslað fyri at haav luttikið í politiskum mótmælum og harðskap undir eini stuttari kvettroynd í 2002 móti táverandi leiðaranum Hugo Chávez, skrivar Ritzau.

Lógin fevnir eisini um ávís tíðarskeið í 2004, 2007, 2009, 2013, 2014, 2017, 2019, 2023, 2024, og 2025.

Fólk, sum eru dømd í sambandi við hernaðarligan uppreistur í 2019, kunnu tó ikki verða leyslatnir. Heldur ikki persónar, sum eru dømdir fyri mannarættindabrot, krígsbrotsverk, dráp, rúsevnahandil og mutur.

Mannarættindafelagsskapir hava funnist at lógini fyri ikki at vera nóg umfatandi.

Í sambandi við nýggju amnestilógina hevur Venesuela fingið yvir 1.550 umbønir, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder