2026-07-05 10:43
Talið á deyðum í Venesuela, sum 24. juni varð rakt av tveimum stórum jarðskjálvtum, nærkast nú 3.000.
Leygardagin varð boðað frá, at í minsta lagi 2.954 fólk vóru deyð, og fleiri enn 16.000 fólk eru særd.
Sagt verður, at yvir 41.000 fólk framvegis eru saknað, skrivar Reuters.
Fleiri bygningar eru oyðilagdir, og fleiri enn 16.000 fólk eru vorðin heimleys.
Jarðskjálvtarnir høvdu eina styrki á ávikavist 7,2 og 7,5 á Richter-stiganum, og talan erum harðastu jarðskjálvtar í Venesuela síðan 1900.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald