
Venesuela boðaði í gjár frá, at tað fer at lata sendistovu sína í Oslo aftur. Boðini koma eftir at norska Nobelnevndin boðaði frá, at andstøðuleiðarin í Venesuela, María Corina Machado fær friðarheiðursløn Nobels í ár.
Í fráboðanini sigur Venesuela ikki, at tað er orsaka av friðarheiðurslønini, men sigur at niðurleggingin av sendistovuni í Oslo er ein liður í eini umskipan av uttanríkistænastuni.
Norska uttanríkisráðið váttar, at Caracas hevur stongt sína sendistovu í Oslo uttan at geva nakra beinleiðis orsøk, skrivar BBC.
Nobelnevndin í Oslo boðaði fríggjadagin frá, at María Corina Machado fær friðarheiðurslønina fyri hennara “ótroyttiliga arbeiði at stuðla demokratisku rættindini hjá fólkinum í Venesuela”.
Leiðarin í Venesuela, Nicolás Maduro, hevur fyrr kallað 58 ára gomlu Machado fyri eina “demoniska heks”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald