Innanlands

Veljarakanning: Meiriluti ímóti málunum sum tey liggja í tinginum nú

Ein stórur meiriluti er tó fyri Suðuroyartunnlinum - við fíggjarligum fyrivarni og heldur við alternativu linjuføringini. Eitt broytingaruppskot væntast til triðju viðgerð í morgin, har báðar leiðirnar kunnu projekterast

Aksel V. Johanensen hevur havt eina rúgvu av hugsa um seinastu vikuna - nógv stendur uppá spæl hjá løgmanni og nógvum øðrum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johanensen hevur havt eina rúgvu av hugsa um seinastu vikuna - nógv stendur uppá spæl hjá løgmanni og nógvum øðrum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-24 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur spenningur er um, hvat hendir í Løgtinginum í morgin, tá triðja viðgerð av málunum um Suðuroyartunlinum og pensjónsmálinum koma fyri.

Millum annað tí at tað verður viðgjørt í hesi raðfylgjuni og ikki umvent sum mánadagin - nakað sum Bjørt Samuelsen, tingforkvinna (E), broytti í dag.

Sí eisini: Flyta málið um Suðuroyartunnilin fram um málið um pensjónsaldurin

Samljóðið í samgounguni er ikki tað besta - tað er skinklut - og summi vænta, at morgindagurin kann verða tann seinasti veruligi arbeiðisdagurin hjá CEH, áðrenn Aksel V. Johannesen skrivar út nýval.

- Framsókn kann sita við svartaperi

Les eisini: Tvey av trimum hjá Framsókn atkvøddu ímóti - Erling atkvøddi blankt

Nógv hongur í luftuni, men sambært veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fyri FM1 mánamorgunin, er meiriluti ikki millum fólki fyri málunum - sum tey liggja nú.

Við pensjónsmálinum er ikki nógvur ivi. Hetta er tað málið, sum annars størri ivi er um í veruleikanum. 

64 prosent av teimum 500 spurdu í gjár svaraðu nei, meðan undir 30 prosent vilja hava málið, sum tað er nú, ígjøgnum. Tað sigur, at pensjónsaldurin skal koma skjótari uppá 69 ár, enn ætlað hevur verið.

Sí úrslitini og greingini her: Næstan tveir triðingar ímóti at hækka pensjónsaldurin

Les eisini: Verkafólk til tingfólk: Fellið uppskotið

Við málinum um at fyrireika, projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin, er tað eitt sindur meira torskilt.

Við øllum er ein stórur meiriluti fyri - nærum 80 prosent - meðan 20 prosent siga, "at farast skal undir tunnilin sum skjótast", hava 57,8 prosent tað fyrivarni, "at tunnilin skal bara gerast, um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt".

Her kann liggja rímiliga nógv í hesum setinginum, men givið er, at nógv ynskja at fáa greiðari svar um ymiskt viðvíkjandi stóru verkætlanini. Her er tað mest sannlíkt fyrst og fremst endaligan kostað - tað far man ikki, uttan so málið kemur ígjgnum í morgin.

Hoyr eisini: Løgmaður trýr framvegis uppá bæði málini 

Sí tøl og greining við spurningin um Suðuroyartunnilin her 

Tvær linjuføringar - broytingaruppskot ávegis

- Eg eri ikki bilsin. Í miðlunum er javnt og samt neilig viðgerð av linjuføringini, meðan tann alternativa hjá ikki fær somu viðferð.

Soleiðis segði Aksel V. Johannesení FM1 í gjár, har løgmaður noyddist at staðfesta, at størri undirtøka er fyri uppskotinum hjá "tunnilsbólkinum" um leiðini frá Múlanum, noðan fyri Sandsbygd:

- 44 prosent av føroysku veljaranum halda, at Suðuroyartunnilin skal ganga frá Múlanum norðan fyri Sandsbygd, sum ein tunnilsbólkur hevur mælt til.

- Bert 17,2 prosent hava svarað, at tunnilin skal verða borðaður úr Djúpadali við Skarvanes, eins og Landsstýrið og Pf. Suðuroyartunnilin mælir til.

Løgmaður hevur áður sagt, at tað illa ber til at projektera og bjóða tvær ymiskar leiðir út. - So kann tað vea, at eingin bjóðar. 

Fleiri eru tó ósamd í hesum, og hetta varð nevnt fleiri feðrir undir aðru viðgerðini. Eisini av fólkum, sum atkvøddu fyri uppskotinum.

Portalurin hevur í kvøld frætt, at nøkur tingfólk ætla at leggja broytingaruppskot fram, sum snýr seg um at projektera og bjóða Suðuroyartunnilin út við báðum leiðunum. Hatta skal sum skilst vera tingfólk úr fleiri ymiskum flokkum.

Tingfundurin við triðju viðgerðunum byrjar klokkan 11 í morgin, mikudagin 25. februar.

Dagført: 22.11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder