Tað er sama søga til nærum hvørja veljarakanning. Fólkaflokkurin er stóri vinnarin og hesaferð er einki undantak.
Kringvarpið lat eina Spyr.fo kanning gera fríggjadagin, og 499 fólk svaraðu hvønn flokk tey høvdu valt, um val var í dag.
Síggj øll tølini hjá Kringvarpinum her
35,6 prosent velja Fólkaflokkin. Tað gevur heilar 12 tingsessir, sum er tað hægsta í einari veljarakanning hetta valskeiðið. Í seinastu kanning, sum Portalurin læt gera fyrst í november, fekk Fólkaflokkurin 32,9 prosent og 11 tingsessir.
Framgongdin hjá Fólkaflokkinum er 16,7 prosentstig í mun til valið í 2022.
Sambandsflokkurin gongur eitt sindur fram í mun til seinastu kanning og hevði fingið 20,9 prosent, sum gevur sjey tingsessir. Tað er ein fleiri enn í seinastu kanning.
Sambært kanningini hjá Kringvarpinum hevði Javnaðarflokkurin fingið 15 prosent og fimm tingessir. Tað er ein afturgongd uppá 11,5 prosent og fýra tingsessir í mun til seinasta val.
Tjóðveldi stendru sambært kanningini at fáa eina afturgongd og hevði fingið 16,3 prosent og fimm tingsessir. Tað er ein færri enn á valinum.
Framsókn gongur ein aftur í mun til valið og hevði fingið tveir tingsessir. Miðflokurin missir eitt sindur í mun til valið, men varðveitir teir báðar tingsessirnar, sum flokkurin hevur.
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald