
Í dag er Tórshavn Marathon á skránni, og hetta hevur við sær, at ferðslan verður avmarkað seinnapartin.
Tað er ítróttafelagið Bragdið, sum stendur fyri tiltakinum. Í ár eru eini 700 rennarar og gongufólk tilmeldað.
Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey, sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur í Vágsbotn.
Fleiri vegir og tunlar eru stongdir milum klokkan 12.30 og 19.30.
Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu eru hesir vegir stongdir:
Kl. 12.30-19.30 eru hesir vegir stongdir:
- Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
- Mylnugøta stongd
- Tinghúsvegur stongdur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
- Bringnsagøta stongd frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
- Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
- Áarvegur stongdur
- Kopargøta stongdur
- Havnargøta stongd
- Yviri við Strond stongdur
- Eystari Ringvegur stongdur til rundkoyringina á Hálsi
Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:
- R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka bara einvegis ferðsla
- Jónas Broncks gøta stongd
- Bøkjarabrekka stongd frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu
Kl. 12.30 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:
- Hvítanesvegurin stongdur til rundkoyringina við Vegin Langa
Kl. 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:
- Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin
Kl. 13.00 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:
- Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn
Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:
- Eysturoyartunnilin stongdur
- Landsvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði
Kl. 13.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:
- Kaldbaksvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald