Innanlands

Vegabreytin má umvælast

Hitin frá brennandi bussinum elvdi til, at asfaltið bráðnaði

(Mynd: Dariusz Zablocki)

(Mynd: Dariusz Zablocki)

2023-06-20 11:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eldurin í einum bussi oman fyri Norðskála um vikuskiftið hevur tikið so hart upp á vegabreytina, at tað framvegis bert er koyrandi eftir aðrari vegabreytini á einum strekki á millum 100 og 150 metrar norðan fyri rundkoyringina.

Hitin frá eldsbrunanum gjørdi, at ovasta lagið á vegabreytini bráðnaði, og má tí umvælast áðrenn vegurin kann latast uppaftur.

Vakthavandi hjá løgregluni sigur, at Landsverk hevur boðað frá, at tað “tekur nakrar dagar” áðrenn vegurin er umvældur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder