Innanlands

Veðurtíðindi í sjónvarpinum í kvøld

Eftir Dag og viku verða veðurtíðindi send í sjónvarpinum fyri fyrstu ferð við veðurkønum verti

Carsten M. Arnskov frá Kringvarpinum stillar ljósið (Mynd: Kvf.fo)

Carsten M. Arnskov frá Kringvarpinum stillar ljósið (Mynd: Kvf.fo)

2023-03-03 18:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KvF: Í kvøld eftir Dag og Viku verða veðurtíðindi send í sjónvarpinum fyri fyrstu ferð við veðurkønum verti.

Tað er Veðurstova Føroya, ið hevur tikið stig til veðurtíðindini í sjónvarpinum.

Veðurstovan hevur bygt eitt studio á Sjónámi í Klaksvík og eitt á Veðurstovuni í Havn, har verðurtíðindini verða tikin upp og send sjónvarpinum.

Veðurtíðindini í kvøld koma úr Klaksvík, og tað er Hanus Kjølbro, veðurkønur, ið er vertur.

Seinnapartin vóru Carsten M. Arnskov og John Johannessen frá Kringvarpinum og løgdu seinastu hond á teknisku fyrireikingarnar og vertsvenjinginina.

Teir siga, at tað hevur gingið skjótt og væl at fáa útgerðina at rigga og at venja vertirnar til at greiða frá í sjónvarpi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder