Innanlands

Veðurstøðin flutt av Hólmanum til bygdina

Nú virkar veðurstøðin aftur í Mykinesi, men mátingarnar verða gjørdar á øðrum stað

(Savnsmynd: Oda W. Andreasen)

(Savnsmynd: Oda W. Andreasen)

2023-04-18 10:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í síðstu viku var veðurstøðin aftur sett upp í Mykinesi, eftir at hon hevur verið óvirkin í longri tíð.

Tað er í hesum sambandi umráðandi at boða frá, at staðsetingin ikki er tann sama sum áður, skrivar Veðurstova Føroya á heimasíðu síni. Fyrr hevur veðurstøðin staðið við húsini í Mykineshólmi, og vindmátingin hevur verið gjørd oman á takinum á vitanum. Nú er staðsetingin 5G masturin hjá NET vestan fyri bygdina.

[object Object](Mynd: Veðurstova Føroya)

Hendan flyting ger, at samanhangið, sum hevur verið millum vindin í Mykinesi og viðurskiftini á sjónum í økinum, nú møguliga ikki er heilt tað sama sum áður.

Orsøkin til flytingina er eitt ynski um økta trygd hjá starvsfólkum, umframt at mátingarnar gerast meiri viðkomandi hjá teimum lokalu brúkarunum. Ymiskir tankar um staðseting hava verið frammi, men fyri at skunda undir, at mátingar aftur eru tøkar, so er hendan loysnin vald fyri fyrst, skrivar Bárður A. Nielsen, deildarleiðari á Veðurstøðini.

Niðurstøðan eftir samskifti við tey lokalu, er annars, at vindmátingin skal gerast so tyrluflúgvingin fær mest møguligt gagn av henni. Hvørt hendan nýggja staðsetingin kann brúkast, ella best er at flyta hana, fer at vísa seg í komandi tíð.

Vevmyndirnar úr Mykinesi eru enn tær somu áður, t.v.s. tiknar av vitanum í Mykineshólmi.

Veðurstovan ynskir at hoyra aftur frá brúkarum av veðurmátingunum úr Mykinesi, hvørt tað, vit gera, er nøktandi, ella hvussu mátingarnar vit gera kunnu betrast. Tey, ið hava nakað upp á hjarta í hesum máli, kunnu skriva til [email protected]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder