Tað hevur verið nógvur vindur og annars illfýsið í allan dag, og í kvøld er eisini rættiliga fitt av findi.
Summastaðni eru eisini harðar hvirlur. Á Gøtueiði vísti mátarin hjá Landsverki heilt upp í 46 metrar um sekundið í hvirlunum og á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð vóru 54 metrar um sekundið í hvirlunum.
Veðurstova Føroya sigur annars, at tað í kvøld er hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s, hálvskýggjað og okkurt æl. Í nátt fer vindurin at minka eitt sindur, og á middegi í morgin er strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt.
Seinnapartin verður meira vanligt heystarveður hvat vindi viðvíkur, 10 til 15 m/s, men skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald