placeholder
Mentan

Veðrið ávirkar virksemið á skoytubreytini í Klakvík

Vindur og regn ávirka umstøðurnar at skoyta sera nógv, og tí verður neyðugt at steingja skoytubreytina í nakrar dagar, boðar kommunan frá

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-01-13 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skoytubreytin í Klaksvík noyðist at steingja í nakrar dagar fyri veður. Tað boðar Klaksvíkar kommuna frá á heimasíðuni.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur, at í hesum tíðarskeiðinum, har skoytubreytin hevur hvat opið, hevur tað nærum ongantíð verið neyðugt at tillaga upplatingartíðirnar, og tað er at fegnast um.

- Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, og tað hevur heilt sikkurt spælt ein týðandi leiklut at halda skoytubreytina opna, tí tað hava verið aðrir illveðursdagar, har tað ikki hevur verið neyðugt at steingja. Tað er avgjørt ein bati samanborið við undanfarin ár.

- Vit vóna sjálvandi, at vit sum skjótast kunnu lata skoytubreytina uppaftur. Í øllum førum er ætlanin at hava skoytubreytina opna í eina tíð aftrat, sigur borgarstjórin.

Kunnað verður á heimasíðuni og á facebook síðuni hjá Skoytubreytini, tá ið aftur verður møguligt at skoyta, skrivar Klaksvíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder