Føroyska kvinnukvartettin Kalas skal á Folkelarm bæði spæla til fólkadans og hava eina intima akustiska konsert í einum samiskum tjaldi, nevnt Lavvo, meðan Faroe Music Export (FMX) bjóðar til sítt egna netverksstiltak fyri altjóða tónleikavinnuna.
Folkelarm er týdningarmesti festivalurin í Noregi fyri fólkatónleik og fólkadans og savnar hvørt ár tónlistafólk, festivalfyriskiparar og fólk úr tónleikavinnuni úr øllum Noregi og úr útlondum eisini.
Festivalurin verður hildin á Riksscenen í Oslo og sameinir showcase-konsertir, dansitiltøk og eina umfatandi tónleikavinnuskrá við serligum denti á at skapa nýggjar møguleikar fyri tónlistafólk bæði úr Noregi og úr øðrum londum.
Kvartettin Kalas skal presentera føroyskan siðbundnan tónleik við tveimum ymiskum framførslum. Leygarnáttina 21. november spæla tær til dans á Intimscenen, meðan tær leygarkvøldið bjóða til eina meira intima og akustiska konsert í samiska tjaldinum Lavvo á festivalinum.
Fyri Faroe Music Export, FMX, er luttøkan ein møguleiki at gera føroyskan fólkatónleik sjónligari fyri einum serkønum áhoyraraskara úr altjóða tónleikavinnuni, samstundis sum lagt verður upp til at skapa nýggj sambond og samstørv tvørtur um landamørk.
- Seinastu árini hava vit luttikið alt meira og hava fingið alt tættari samstarv við showcase-festivalar, ið miðsavna seg um serligar tónleikasjangrur. Hetta hevur havt nógv góð úrslit við sær fyri føroyska tónleikavinnu. Folkelarm passar sum fótur í hosu til framhaldandi arbeiðið við hesum, og gevur okkum ein góðan møguleika at gera føroyskan tónleik sjónligari – í hesum føri føroyskan fólkatónleik. Tíðarskeiðið kundi neyvan verið betri, nú vit hava ein ungan tónleikabólk sum Kalas, ið er á veg fram við sjeymílafetum, sigur Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export.
FMX bjóðar til føroyskt ‘happy hour’ tiltak
Í samstarvi við Folkelarm skipar Faroe Music Export eisini fyri egnum ‘happy hour’ tiltaki fríggjadagin 20. november klokkan 14.40 til 15.40. Her verða umboð fyri festivalin og onnur tónleikavinnufólk boðin við til ein óformellan fund við denti á tónleik, netverkan og at skapa nýggjar samstarvsmøguleikar.
Tiltakið er ein partur av arbeiðnum hjá FMX at gera altjóða tónleikaheimin varugan við føroyskan tónleik og soleiðis skapa nýggjar útflutningsmøguleikar fyri føroysk tónlistafólk.
Her ber til at uppliva Kalas og FMX á Folkelarm:
Fríggjadagin 20. november kl. 14.40-15.40: Faroe Music Export og Folkelarm bjóða til ‘happy hour’.
Leygarnáttina 21. november kl. 00.00-00.30: Kalas spælir til dans á Intimscenen.
Leygarkvøldið 21. november kl. 21.10-21.40: Kalas hevur akustiska konsert í Lavvo, samiska tjaldinum.
Meira kunning um festivalin: www.folkelarm.no.
Um Kalas
Kalas er ein føroysk kvartett ‘kvinnað’ við fýra barndómsvinkonum, sum sameina klassiskan tónleik við siðbundnan føroyskan og norðurlendskan fólkatónleik. Í kvartettini eru Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarphéðinsdóttir Joensen (harmonika), Bjørt Holm (cello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass).
Í februar 2025 góvu tær sína fyrstu EP út, nevnd ‘Minnisgripir’, við fimm instrumentalum løgum á íblást av føroyskari náttúru, mentan og fólkatónleikasiðvenju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald