Innanlands

Veðrið ávirkar siglingina seinnapartin

Strandferðslan boðar frá avlýsingum á fleiri leiðum seinnapartin og í kvøld

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-26 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðrið ávirkar siglingina á fleiri leiðum hjá Strandferðsluni seinnapartin.

Eingin sigling verður millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, tað, ið eftir er av degnum, og síðstu túrarnir millum Klaksvík og Syðradal klokkan 22.15 og 22.35 í kvøld verða heldur ikki sigldir.

Á Hestleiðini verða túrarnir av Gomlurætt klokkan 14.30 og 19.10, og úr Hesti klokkan 14.50 og 19.30 ikki sigldir, og síðstu túrarnir millum Skopun og Gomlurætt verða sigldir úr Skopun klokkan 16.35 og av Gomlurætt klokkan 17.20

Fyribils er eingin sigling millum Sand og Skúvoy.

Eingin koyring er heldur á bygdaleiðunum 500, 504, 600, 601, 481, 100, 700, og 701, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.

Les eisini: Smyril í sigling aftur seinnapartin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder