placeholder
Innanlands

Veðrið ávirkar Bygdaleiðir

Vegna veður eru fleiri Bygdaleiðir, sum ikki koyra í løtuni, upplýsir Strandferðslan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-26 07:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Keðiliga veðrið ávirkar aftur í dag sigling og koyrding hjá Strandferðsluni.

Kunnað varð longu í gjár um, at tað fyribils eingin sigling verður við Herjólfi á Suðuroyarleiðini í dag, og at túrarnir hjá Sam millum Klaksvík og Syðradal klokkan 6.40 og sjey ikki fóru at verða sigldir.

Eisini boðar Strandferðslan frá, at eingin koyring er á fleiri bygdaleiðum.

Talan er um leið 481 millum Skálabotn og Oyndarfjørð, leið 100 millum Tórshavn og Vestmanna, leið 700 millum Sumba, Vág og Tvøroyri, leið 500 millum Klaksvík og Viðareiði, leið 504 millum Klaksvík og Kunoy, leið 701 millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík, umframt at túrarnir á leið 506 klokkan 6.25 og klokan sjey ikki vórðu koyrdir í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder