Mentan

Vármarknaður á havnarlagnum á Tvøroyri

Ætlanin er, at vármarknaðurin, sum verður 13. mai, skal verða eitt afturvendandi tiltak, sigur Tvøroyrar kommuna

Í oktober varð skipað fyri heystmarknaði (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Í oktober varð skipað fyri heystmarknaði (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2023-04-26 20:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvøroyrar kommuna fer nú undir eitt nýtt tiltak.

Leygardagin 13. mai verður skipað fyri vármarknaði á havnarlagnum á Tvøroyri.

– Hugnaligu, gomlu bygningarnir hjá T.F. Thomsen, ið Tvøroyrar kommuna nú eigur, verða karmur um tiltakið. Vit brúka Seglloftið, Pakkhús 5 og gamla Einahandilin/Pubbin og eftir ætlan fer at bera til at keypa sær ymiskt handaligt, góðan, føroyskan mat og “loppur”, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Tey, sum ynskja at gerast partur av tiltakinum skulu boða kommununi frá í seinasta lagi mánadagin 8. mai klokkan 15.

Ætlanin er, at vármarknaðurin skal verða eitt afturvendandi tiltak.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder