Mentan

Várkonsert í Vestmanna sunnudagin

Skráin til konsertina verður eitt fjølbroytt úrval av eldri og nýggjum føroyskum kórverkum - ein estlendskur eisini - sum kórið fer at framføra á konsertferð í Tallin

2023-05-13 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnukvøldið fer Vestmanna Sangkór at hava várkonsert í Vestmanna krikju.

Hetta er í sambandi við, at kórið á Hvítusunnu fer á konsertferð til Tallin í Estlandi.

Skráin til konsertina verður eitt fjølbroytt úrval av eldri og nýggjum føroyskum kórverkum - ein estlendskur eisini - sum kórið fer at framføra á konsertunum á ferðini.

– Við tað at kórið hevur 44 ár á baki, er eitt ættarliðs skiftið við at fara fram, og gleðist kórið almikið um eina góða tilgongd av nýggjum sangarum, sum eru komin aftrat, skrivar kórið í tíðindaskrivi.

Konsertin verður í Vestmanna kirkju sunnukvøldið klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder