Ein útlendskur maður, sum varð framstillaður í Føroya rætti í gjár fyri m.a. at hava sligið eitt løgreglufólk, er varðhaldsfongslaður í 14 dagar.
Sunnunáttina royndi løgreglan at handtaka mannin fyri brot á skilhaldsreglurnar, men maðurin rýmdi undan handtøku og vildi heldur ikki siga, hvør hann var, sum er krav, tá løgreglan spyr. Tað eydnaðist løgregluni at handtaka mannin, men undir handtøkuni sló maðurin eitt løgreglufólk.
Løgreglan fer nú at brúka hesa tíðina uppá at kanna málið nærri. M.a. vil løgreglan kanna, um maðurin hevur loyvi at vera í Føroyum, og vil løgreglan tryggja sær, at hann ikki rýmir av landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald