2025-11-10 08:03
Ein maður varð leygardagin varðhaldsfongslaður í 14 dagar fyri fleiri innbrot.
Maðurin varð saman við einari kvinnu tikin fríggjadagin fyri tvey innbrot í Havn. Talan var um innbrot í Gamla bókhandli og Hotel Tórshavn.
Í Gamla bókhandli varð sum skilst einki stolið, men eitt sindur av peningi og rúsdrekka varð tikið frá Hotel Tórshavn.
Maðurin og kvinnan vórðu avdúkað av vakmyndatóli á staðnum, og gekk tað skjótt at eyðmerkja tey. Kvinnan er leyslatin, men løgreglan ynskti at fáa mannin varðhaldsfongslaðan, tí at talan ikki vóru um fyrstu innbrot hansara.
Løgreglan hevur nú 14 dagar til at kanna málini víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald