Uttanlands

Varðhaldsfongslaður fyri álop á svenskum miðnámsskúla

18 ára gamli maðurin leyp fríggjadagin á fleiri næmingar við svørði.

Fólk leggja blómur og ljós í svenska býnum Fagersta (Mynd: Magnus Lejhall/Reuters/Ritzau Scanpix)

Fólk leggja blómur og ljós í svenska býnum Fagersta (Mynd: Magnus Lejhall/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-23 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

18 ára gamli maðurin, sum varð handtikin í sambandi við álopið á einum miðnámsskúla í svenska býnum Fagersta fríggjadagin, er varðhaldsfongslaður.

Maðurin er undir illgruna fyri við svørði at hava lopið á fleiri næmingar. Ein 17 ára gomul genta varð dripin, og tríggir dreingir undir 18 ár vórðu særdir, harav tveir vórðu álvarsliga løstaðir, skrivar Ritzau.

Maðurin, sum eisini er næmingur á skúlanum, er skuldsettur fyri dráp og drápsroynd.

Áður hevur verið boðað frá, at tvey hús eru rannsakað í sambandi við kanningararbeiði hjá løgregluni, sum einki hevur sagt um nakað motiv í sambandi við álopið.

Hundraðtals avhoyringar av bæði næmingum og lærarum skulu gerast. Higartil hevur løgreglan tosað við millum 80 og 100 fólk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder