Sambandsflokkinum vantar í øllum førum 1169 atkvøður í Eysturoynni, í mun til seinasta val. Magnus Rasmussen, Jaspur Langgaard og Edva Jacobsen hava øll boða frá, at tey av ymiskum ávum ikki stilla uppaftur.
Serliga Magnus Rasmussen fer at mangla: Hann fekk næstflestar atkvøður hjá Sambandsflokkinum seinast - 712 atkvøður. Hoyr Magnus Rasmussen greiða FM1 frá, hví hann gevst í politikki her
Magnus Rasmussen kunngjørdi sína avgerð í síðstu viku. Nú er val skjótt á skránni, og Samhald, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, hevur leitað eftir nýggjum valevnum. Hans Kristian Alexander Abrahamsen, formaður, segði við Portalin í síðstu viku, at hann hevði vónir um at finna góð fólk.
Sí eisini: Sambandsflokkurin í Eysturoynni hevur nøkur ess í ermuni
Uppstillingarfundur nærkast, men nú er longu greitt at eitt av valevnunum er Atli F. Johansen. Hetta hevur ljóðað seinastu daganar, og í dag hevur varaborgarstjórin í Nes kommunu sjálvur váttað fyri dimma.fo.
- Jú, tað er rætt, at tað er heitt á meg um at stilla upp, og at eg havi játtað, sigur Atli F. Johansen, tá ið Dimmalætting spyr hann um hetta.
48-ára gamli glyvramaðurin á Nesi er til dagliga varaskúlastjóri í fólkaskúlanum við Gøtugjógv. Hann er millum annað eisini deknur í Fríðrikskirkjuni.
Atli Fríði Johansen var fyri fyrstu ferð valdur í býráðið í Nes kommunu á valinum í november 2024. Hann fekk næstflestar atkvøður á kommunuvalinum, og tá ið býráðið skipaði seg, var Atli valdur til varaborgarstjóra.
Væntast kann, at Atli F. Johansen í øllum førum kann fáa nakrar av somu atkvøðunum sum serliga Jaspur Langgaard fekk.
Sí eisini: Anna Falkenberg hevur hug at stilla upp til bæði valini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald