
Um 23-tíðina í gjárkvøldið, okkara tíð, kunngjørdi amerikanski forsetin, Donald Trump, eina vápnahvíld millum Ísrael og Iran. Síðan hava bæði kunningin og álopini bylgjað aftur og fram millum londini.
Danska TV2 hevur fyrrapartin gjørt eina roynd at lýsa støðuna, sum hon sær út júst nú:
Sambært Donald Trump kom vápnahvíldin í gildin um fimm-tíðina í morgun, okkara tíð, tá bæði Iran og Ísrael støðgaðu við sínum atsóknum. Fyrst vildi Iran halda vápnahvíldina í 12 tímar, og síðan tók Ísrael undir við hesum. Londini hava síðan bæði váttað avtaluna.
Um fimm tíðina ávaraði Ísrael um, at fleiri álopsbylgjur vendu móti Ísrael úr Iran. Samstundis upplýsti iranska sjónvarpið, at tey høvdu skotið “tær seinastu rakettirnar” innan vápnahvíldina.
Stutt eftir klokkan seks lat Ísrael upp sítt loftrúm aftur.
Fýra tímar eftir at vápnahvíldin kom í gildi, varð hon brotin, sambært ísraelska herinum, sum klokkan 8.30 ávaraði um, at tey høvdu staðfest iranskar rakettir móti Ísrael.
Stutt eftir segði ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, at vápnahvíldin var brotin, og at Ísrael fór at svara aftur við at skjóta eftir málum ‘í hjartanum’ av Teheran.
Iranskir miðlar hava fyrrapartin sagt frá ónavngivnum statsligum myndugleikanum, at teir blankt afturvísa, at iranskar rakettir eru skotnar móti Ísrael eftir at vápnahvíldin kom í gildi.
Amerikanski forsetin hevur enn ikki sagt nakað um tað, sum er hent eftir at vápnahvíldin kom í gildi í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald