Innanlands

Vandin í Fuglafirði av

Ammoniakk-lekin er steðgaður og áheitanin um at fuglfirðingar skulu lata vindeygu og hurðar aftur er ikki galdandi longur

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-09-12 20:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tamarhald er nú á ammoniakk lekanum, sum fyrr í kvøld var á uppsjóvarskipinum Tasilaq, sum liggur við bryggju í Fuglafirði.

Tað var ein ramur luktur í økinum og fólk vóru biðin um at lata vindeygu og hurðar aftur. Men hendan áheitanin er ikki galdandi longur sigur løgreglan nú.

Ein ventilur var brotnaður og ammoniakk fossaði út í flótandi formi og bleiv til gass.

Kemikaliudraktir vóru útvegaðar úr Gøtu og lekin bleiv tettur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder