Uttanlands

Vance: Sannlíkt at hvørki russar ella ukrainar verða nøgdir

Endamálið hjá USA er at fáa eina semju, sum báðir partar kunnu taka undir við, sigur amerikanski varaforsetin

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: EPA)

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: EPA)

2025-08-11 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Verður friðaravtala gjørd millum Russland og Ukraina, er sannlíkt, at hvørki russar ella ukrainar verða nøgdir.

Tað sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance í samrøðu við Fox News, sum Reuters endurgevur.

Fríggjadagin hittast amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin, og arbeitt verður eisini við at skipa fyri einum fundi millum Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. Málið hjá USA er at fáa eina friðaravtalu, sum báðir partar kunnu taka undir við.

– Eingin verður ovurfegin. Bæði russar og ukrainar verða helst ónøgdir við semjuna, sigur Vance.

Í sambandi við fundin við Putin hevur Trump m.a. tosað um, at "eitt býti av landaøkjum verður framt", sum fer at gagna bæði Ukraina og Russland, men Zelenskyj hevur sagt, at Ukraina ætlar ikki at geva russum nakað ukrainskt øki.

Les eisini: – Russland fær ikki ukrainsk øki

Les eisini: USA vil skipa fyri fundi millum Putin og Zelenskyj

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder