Innanlands

Vánaligasta undirtøkan í fimm ár

Beinir Johannesen er aftur greitt løgmansevni. Sitandi løgmaður hevur ikki havt so vánaliga undirtøku síðan vit fóru undir at gera regluligar veljarakanningar

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-31 13:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Næstan 32 prosent av veljarunum halda, at formaðurin í Fólkaflokkinum skal vera næsti løgmaður Føroya. Sitandi løgmaður fær bara 15,7 prosent.

Tað siga tølini í nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo mánadagin 26. mai gjørdi fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti.

Vit hava síðan 2019 gjørt regluligar veljarakanningar og javnan hava vit spurt fólk, hvør tey halda skal vera næsti løgmaður Føroya.

Undirtøkan hjá Beini Johannesen er tann hægsta síðan hann gjørdist formaður í Fólkaflokkinum, og undirtøkan hjá Akseli V. Johannesen er tann lægsta.


Best undirtøku í andstøðu
Bestu undirtøkuna hevði Aksel V. Johannesen tá hann sat í andstøðu. Tað var í desember 2021 tá 43,5 prosent peikaðu á hann sum løgmann. Tá hevði sitandi løgmaður, Bárður á Steig lága undirtøku við bara 17,6 prosentum.

Beint fyri løgtingsvalið í desember 2022 peikaðu 35,7 prosent á Aksel V. Johannesen sum løgmann, men tá vit eitt lítið ár seinni, í november 2023, aftur spurdu veljararnar hendan spurningin, var Aksel farin niður á 25,1 prosent.

Tá vann Bárður á Steig Nielsen fram sum løgmaður, men síðan er ein annar maður komin upp í leikin. Tað er Beinir Johannesen, sum tó ikki er komin á hædd við Aksel V. Johannesen í 2021.

[object Object]Formaður fólkafloksins, Beinir Johannesen, vinnur fram (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen hevur sambært hesari kanningini undirtøku sum løgmaður frá 32 prosentum av veljarunum.

20,8 prosent peika á Bárð á Steig Nielsen sum løgmann. Nýggja forkvinnan í Tjóðveldi gongur eitt sindur aftur í mun til seinastu veljarakanning í mars. Nú peika 13,3 prosent á Sirið Stenberg í mun til 15,4 prosent í mars.

Forfólkini í Framsókn og Miðflokkinum koma ikki uppá tal sum ávikavist løgkvinna og løgmaður í Føroyum. Ruth Vang í Framsókn fær undirtøku frá 2,6 prosent og Jenis av Rana 1,8 prosentum.

14 prosent ynskja onkran annan av teimum fimm floksforfólkunum til løgmann og 13,1 prosent siga seg ikki vita. 500 fólk svaraðu kanningini. Óvissan er upp í 3,4 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder