2026-03-17 12:07
Hvussu skulu Føroyar vinna kappingina um okkara egnu ungu, sum í alt ov stóran mun fara av landinum at lesa og aldrin koma heimaftur? Hvussu kunnu íløgur í hægri útbúgving og gransking styrkja haldførið Føroya búskaparliga og sosialt?
Tað verður evnið á valfundinum, sum verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn í dag.
Tvey valevni fyri hvønn flokk koma at svara spurningum frá Óluvu Zachariasen, journalisti, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Valfundurin byrjar klokkan 16 og verður eisini stroymdur her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald