Innanlands

Val til Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið - mitt millum hini valini

Trý valevni eru til Føroya Stiftsstjórn og sjey til Próstadømisráðið

2026-03-05 19:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

fólkakirkjan.fo: tann 25. mars 2026 verður val til Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið.

Valið fer fram á kirkjuráðsfundi í døgunum frá 4. – 25. mars 2026.

Atkvøðuseðlarnir skulu verða valstýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. mars kl. 13.

Atkvøðurnar verða taldar upp sama dag, 25. mars 2026 kl. 13,15.

Uppteljingin er almenn og verður í Biskupsgarði.

Valevnini til Føroya Stiftsstjórn:
Asbjørn Mikkelsen, Skála
Jens Jensen, Tjørnuvík
Jónheðin H. Tróndheim, Argir.

Valevnini til  Próstadømisráðið:
Alis Højsted, Funningur
Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, Norðagøta
Edvard í Skorðini Joensen, Sandavágur
Eghild Poulsen, Kunoy
Kathrina Lindenskov Holm, Tórshavn
Rakul í Gerðinum, Vestmanna
Ulla Bærentsen, Vágur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder